Lene Espersen ein frammaná frá sínum egnu

Formaðurin í konservativa flokkinum í Danmark, Lene Espersen, fær ein dyggan frammaná frá sínum veljarum. Ein meiningakanning, sum Jysk Analyse hevur gjørt fyri Nordjyske Medier, vísir, at tey konservativu høvdu fingið seks prosent av atkvøðunum í valdøminum hjá Lene Espersen, Norðurjyllandi, um fólkatingsval hevði verið nú.

Talan er um sera stóra afturgongd samanborið við valið í 2007, tá tann konservativi flokkurin fekk 13,4 ptosent í Norðurjyllandi, millum annað orsakað av nógvum persónligum atkvøðum til Lene Espersen.

Formaðurin í tí konservativa valfelagnum í Norðurjyllandi, Stig Risdahl, sigur við TV2, at tann vánaliga undirtøkan hjá flokkinum er uttan iva ein avleiðing av, at Lene Espersen sendi avboð fyri ein uttanríkisráðharrafund millum londini kring Norðpólin. Tann avgerðin vakti stóran ans og hevur eftir øllum at døma kostað uttanríkisráðharranum og flokki hennara nógv.