Lene Esperesen (K): Muslimar eru ein stór hóttan móti Danmark

Muslimar eru størri hóttan móti okkara samfelag enn veðurlagshóttanin, sigur Lena Espersen (K), við Politiken. Størsta hóttanin móti Danmark og danskari mentan eru muslimar. Tað sigur leiðarin hjá teimum konservativu og varastatsministarin Lena Espersen.

Lena Espersen er tó glað fyri, at so nógvir muslimar eru á danska arbeiðsmarknaðinum, men tað loysir ikki tann stóra trupuleikar, sigur hon.

- Trupulleikin er, at um tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, ikki eru ein partur av danska samfelagnum, so virkar samfelagið ikki. Tey fara til arbeiðis, og tey forvinna teirra løn, men tey liva eitt annarleiðis liv enn danir aftaná arbeiðstíðina, tey sita heima og hyggja eftir arabiskum- og pakistanskum sjónvarpi, og vita tí ikki hvat fyriferst í danska samfelagnum, sigur Lena Espersen.