Landsliðshópurin hjá Eysturríki kom á Hotel Føroyar um 20’tíðina í gjárkvøldið. Veðurlíkindini vóru ikki av teimum bestu, men í gjárkvøldið batnaði munandi, og øll flogferðsla í Vágum gekk eftir vild. Eysturríkski hópurin var komin við flogfari beinleiðis úr Wien, og í dag fara teir so undir føroyska partin av sínum venjingum.