Álendskir fólkatónleikarar vitja

I hesi vikuni kemur álendski fólkatónleikarabólkurin, SKRÅ, á vitjan í Føroyum. Bólkurin verður nevndur hin djarvi fólkatónleikarabólkurin úr Álandi SKRÅ, sum luttóku á G! í 2006, hava spælt saman í meira enn fýra ár og hava altíð roynt at hildið fast í sínar norðurlendsku røtur, samstundis sum teir hava latið seg ávirkað av rákinum uttanífrá, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindakrivi.

Bólkurin hevur spælt í ymsum londum, tó mest í Álandi. SKRÅ vunnu við stórum meiriluta álendsku tónlistakappingina Music.ax í 2006, sum NIIPA skipaði fyri. Hugskotið til kappingina kom frá Stefan Simonsen og gomlu føroysku Prix Føroyar kappingini.

Fyrsta konsertin hjá SKRÅ verður hóskvøldið 3. apríl klokkan 20 í Havnar Klubba, sum klubbin, Fólkatónleikarafelagið og Norðurlandahúsið skipa fyri, har eisini møguleiki verður at hoyra aðrar føroyskar fólkatónleikarar og fólkadansarar.

Næsta konsertin verður í Atlantis í Klaksvík fríggjakvøldið 4. apríl klokkan 20. Konsertin er skipað sum eitt samstarv millum Klaksvíkar Kommunu, Atlantis og Norðurlandahúsið í samband við, at Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár og Norðurlandahúsið verður 25 ár.

Tann triðja konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl klokka 16, samstundis sum ein stór álendsk listaframsýning letur upp. Allar konsertirnar eru almennar.

Seinasta konsertin verður seinni leygarkvøldið á Bryggjuni í Vestmanna. Hendan konsertin byrjar klokkan 22.