Álendski frásøgumaðurin flippaði út

OYGGJALEIKIR: Hoyr álendska útvarpsmannin, Owe Sjøblom siga frá seinastu løtuni av flogbóltsfinaluni

 

Viðhvørt er stuttligt at hoyra hvussu onnur siga frá, og hvussu onnur fegnast.

 

Í Álandi er fagnaðurin stórur um oyggjaleikagullið í flogbólti, sum Áland vann aftaná ein 3-1 finalusigur á Saaremaa við settmuninum 25-23, 19-25, 25-14 og 25-23.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði, tá álendski frásøgumaðurin, Owe Sjøblom segði frá tí seinasta bóltinum í dystinum, tá Áland vann sítt fyrsta oyggjaleikagull í flogbólti síðani 1999.

 

Owe Sjøblom ger veruliga ein "Trónd Arge", ella ein "Hilmar Jan" um ein vil. Vit unna sjálvsagt okkara norðurlendsku vinum í Álandi hetta gullið, tá vit nú ikki megnaðu at koma í finaluna sjálvir, men máttu taka til takkar við einum bronsuheiðursmerki.