Lendingin um eina løtu verður dramatisk

Ein føroyingur hevur gjørt ein part av serliga Mars-bilinum, ið skal leita eftir lívi á Mars - í kvøld fáa vit at síggja, um hann klárar at lenda

Spenningur, nervøsitetur, vón og dramatikkur. Tað eru nøkur av teimum lýsingarorðunum, vit kunnu seta á nógv umtalaðu Mars-lendingina, sum verður klokkan 20:55 í kvøld. Fólk úr øllum heiminum fara at fylgja við, tá Mars-rovararin Perserverance skal royna at lenda á reyðu gongustjørnuni seinni um eina løtu.

Hetta verður eisini ein serlig løta fyri føroyingar, tí um tað eydnast at lenda á Mars, so verður eitt tól, sum ein føroyingur hevur ment, at síggja á Mars. Talan er um rúmdargranskaran David Arge Klevang Pedersen, verkætlanarleiðara á DTU Space, sum hevur ment slóðbrótandi kamera-tólið PXL, ið skal leita eftir tekni um lív.

David fer tí ivaleyst at sita saman við stórum parti av heiminum og fylgja við í lendingini.

Tað verður nevniliga alt annað enn lætt at lenda á Mars. Sambært DR eru yvir helvtin (60 prosent) av øllum missiónum higartil miseydnaðar. Tí tala hagtølini ímóti, at tað skal eydnast at lenda á Mars í kvøld. Tí tað eru sera nógv ting, sum skulu ganga upp í eina hægri eind - og bara eitt ting av fleiri, sum skal miseydnast.

Tað eru serliga teir sjey síðstu minuttirnir, ið verða avgerandi. Her skal rovarin klára gjøgnum atmostferuna við einari ferð á umleið 19.500 um tíman - og vinkulin skal vera heilt rættur. Síðani skal rovarin bremsa, og tá verður hitaskjøldrið á rovaranum óvanliga heitt - ja, eini 1.300 hitastig. Síðani eru tríggir minuttir eftir til touch-down, og tá rovarin er komin nóg nógv niður í ferð, skal hann útloysa ein automatiskan fallskíggja. Eftir hetta eru nøkur onnur avgerandi stig, og rovarin skal lenda rætt. So tað verður ikki bara-bara, men sum tey siga á DR.dk.... so verður tað dramatiskt.

Hóast hagtølini tala ímóti, so eru tey, ið arbeiða við verkætlanini bjartskygd. Ein teirra er John Leif Jørgensen, sum er starvsfelagin hjá føroyska David Arge Klevang Pedersen. Hann sigur soleiðis við DR:

– Eg rokni við, at tað í roynd og veru er 90 prosent vissa fyr, at robotturin kemur niður á rætta stað, sigur hann við DR.