Lendið til golfvøll ikki klárt til tíðina

OYGGJALEIKIR Eg dugi ikki at hugsa mær, hvussu málið um lendið til golfvøll á Glyvursnesi kann verða avgreitt, áðrenn frestin at søkja um oyggjaleikirnar í 2019, er farin, sigur stjórin á Búnaðastovuni

- Vit gera so skjótt av, sum vit kunnu.
Tað sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni.
Tórshavnar Kommuna hevur søkt Búnaðarstovuna um at lendi á Glyvursnesi til golfvøll.
Golfvøllur hevur avgerðandi týdning fyri møguleikarnar hjá føroyingum at fáa oyggjaleikirnar í 2019, soleiðis, sum ætlanin er.
Umsóknin skal sendast oyggjaleikanevndini í hesum mánaðinum og er spurningurin um lendi ikki avgjørdur tá, er tað eitt alvorligt bakkast fyri føroysku møguleikunum at fáa oyggjaleikirnar, sigur forsetin í ÍSF, í aðrari grein her á síðunum.

Ongar vónir
Men stjórin á Búnaðarstovuni sigur, at tað skal hann ikki gera sær vónir um.
- Hetta er eitt stórt mál, sum vit taka í ramasta álvara og eg dugi ikki á nakran hátt at hugsa mær, hvussu málið kann vera avgreitt hendan næsta mánaðin, sigur Bjørn Patursson.
Hann sigur, at sama, hvussu vælviljaðir allir partar eru, væntar hann ikki, at øll viðurskifti kunnu verða avgreidd, áðrenn frestin at søkja um vertskapin fyri oyggjaleikunum í 2019, er farin.
Lógin um landsjørð varð broytt í vár við tí fyri eyga, at tað skuldi bera til at fáa burtur av einum festi til almannagagnlig endamál.
- Tann 25 juni fekk Búnaðarstovan umsókn frá Tórshavnar Kommunu um at fáa 600.000 fermetrar av jørð á Glyvursnesi, sum skuldu brúkast til golfvøll og annað.
Men av tí, at Búnaðarstovan varð stongd í summar í feriu, varð málið ikki send festarunum til hoyringar fyrrenn nú týsdagin, 27. august.
Festararnir hevur so freist til 17. september at svara.
- Fundir hava verið við festararnar og fundir vera eisini við festararnar í tilgongdini, sigur Bjørn Patursson.
- Talan er um eitt stórmál, serliga fyri tann eina festaran, tí hetta tekur alt grundarlagið undan festinum, sigur Bjørn Patursson.
- Samstundis er talan um fyrsta málið av hesum slagnum, síðani lógin varð broytt í vár, so vit skulu eisini finna fótafesti og gera okkum mannagongdir fyri, hvussu slík mál skulu avgreiðast.
- Tí kann er hugsa mær, at málsviðgerðin kann verða eitt sindur drúgvari enn hendan mánaðin.
Kortini vónar og væntar hann, at avgerðin kann takast í ár.
- Tað hevði eg væntað, sigur Bjørn Patursson.

Ógjørligt at siga
Hann sigur, at í einum máli sum hesum, er ógjørligt at siga, hvussu málsviðgerðin fer at ganga.
- Tað eru tríggir partar uppi í, Búnaðarstovan, festararnir og Tórshavnar Kommuna og tað kann gera, at málið dregur út.
- Hinvegin hevur tað stóra ávirkan á málsgongdina, hvussu væl partarnir semjast.
- Semjast kommunan og festararnir væl, skal tað ikki standa á okkum at avgreiða málið, tí vit arbeiða so skjótt, vit kunnu, leggur stjórin á Búnaðarstovuni afturat.
Men undir øllum umstøðum dugir hann ikki at síggja fyri sær, at viðgerðin kann vera liðug 1. oktober.
Skuldi tað so hent, at partarnir ikki semjast og brúka sínar kærumøguleikar, kann málið saktans draga út.

Lata seg ikki trýsta
Hinvegin hevur Búnaðarstovan heimild at skera ígjøgnum í slíkum málum og at avgreiða tey. Er tað ein møguleiki, tit kunnu umhugsa so at ÍSF kann halda tíðarfreistina at senda umsókn um oyggjaleikir?
- Hetta er ein nýggj heimild, Búnaðarstovan hevur fingið og hetta er sostatt fyrstu ferð, talan kann vera um at brúka eina slíka heimild.
- Eg kann ikki hugsa mær, at vit fara at brúka hesa heimildina fyri tað um aðrir partar hava eina tíðarfreist. Tað verður ikki við mínum vilja, at Búnaðarstovan letur seg trýsta av eini tíðarfreist, ein annar partur hevur fingið, sigur Bjørn Patursson.
- Vit skulu hugsa okkum væl um, tí mátin, hendan heimildin verður brúkt upp á, fer at skapa fordømi, tá ið onnur mál skulu avgreiðast.
- Hetta er ein ógvuliga víttgangandi heimild, sum vit taka í ramasta álvara og sum eg ikki vænti, at vit brúka í heilt einstøkum føri.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit taka saklig atlit, tá ið vit taka eina avgerð.
- Men hóast vit skera ígjøgnum, hava festararnir eisini møguleika at kæra og tað tekur eisini sína tíð.
- Tí leggja vit altíð upp til at partarnir kunnu finna eina semju í samráðingum, sigur Bjørn Patursson.
Men vísir tað seg, at annar parturin verður so órímiligur í sínum krøvum, at naggatódn kemur í málið, er støðan ein onnur, leggur hann afturat.