Hóast høga aldurin er Lena væl fyri. Hon býr heima hjá sær sjálvari, er fullkomiliga klár og hevur t.d. ikki heimahjálp og fylgir væl við í øllum sum fyriferst.
Lena er elst av átta systkjum. Foreldrini vóru: Elsa, f. Danielsen (1886-1945), úr Søldarfirði, og Jakku Weihe (1877-1955), av Selatrað.
Umframt Lenu vóru systkini: Elsebeth Kristina (f. 1908 – d. 1909, átta mánaðar gomul), Lassin (1909-1992), Ebba (1913-2003), Ella (1917-2004), Ingrid (f. 1921), drongur (f. 1924, doyði sum nýføðingur) og Bertha (f. 1926).
Lena og Lassin búsettust á Selatrað. Hinar systrarnar búsettust allar uttanlands, Ebba í Danmark, Ella, Ingrid og Bertha í Norra. Í dag eru Lena, Ingrid og Bertha eftir í livi.
Sum ung gekk Lena á Føroya Fólkaháskúla. Hon hevði í mong ár telefonstøðina á Selatrað, og gekk hon við telefonboðum har.
Lenu hevur altíð dámt at ferðast. Tað eru bert fá ár síðan, hon var í Norra og vitjaði systrar sínar har.
Lena er still og friðarlig, er sera fyrikomandi og hevur eitt lætt sinni. Hon ynskti ikki at nakað varð gjørt burtur úr føðingardegnum. Dagin helt hon saman við sínum næstringum.









