Lena Anderssen arbeiðir í løtuni við nýggjari fløgu, ein fløga, ið tekur støði í barndóminum í Kanada, ein barndómur, ið hevur ávirkað Lenu nógv og verið við til at gera hana til tann, ið hon er.
Lena fegnast um, at hon hevur tónleikin at viðgera lívsins skuggasíður og venda tær til okkurt kreativt.
Seinasta útgávan hjá Lenu “Letters from the Faroes” var eitt kvæði til Føroyar, men eisini til útlongsulin, ið kemur av at búgva í einum lítlum oyggjalandi. Nú kennir hon, at tíðin er búgvin at viðgera barndómin. Ein barndóm, ið var merktur av einum pápa, ið var alkoholikkari, og av, at tey fluttu javnan.
Um eg ikki kann skriva um tað, sum tyngir og rørir meg, so er tað líkamikið at skriva tónleik.
Les langa samrøðu við Lenu í Vikuskiftissosialinum, ið fæst í sølubúðunum ella kann lesast á netinum her