Seinnu árini hevur Lena Andersen verið ein av mest virknu tónleikarunum í Føroyum. Hon hevur skrivað tónleik, givið út og spælt víðhvar – bæði her heima og í útlondum. Eisini hevur Lena vunnið fleiri heiðurslønir fyri sín tónleik og verður roknað sum ein av landsins bestu artistum.
Nú fer Lena at spæla á landsins størsta tónleikapalli – stóra palli á Summar Festivalinum. Lena hevur áður havt framførslu á Summar Festivalinum, men nú verður tað við fullum bólki á Vágsbøi.
- Lena telist millum okkara best gávaðu tónlistafólk, og vit eru sera fegin um, at hon nú fer at framføra á stóra palli á Summar Festivalinum, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av festivalinum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.