Lena fekk sambært foroyabanki.fo stórt rós frá vertinum, Søren Dahl, fyri sín tónleik
Lena og Søren Dahl tosaðu um føroyska mentan, samband hennara við Kanada og tónleikin hjá henni og Niclasi Johannesen. Verturin las upp úr einum av tekstunum hjá Lenu og rósti henni fyri at duga væl at skriva sangtekstir. Eisini spældi hann lagið “I Still Love You,” sum hann útnevndi til eitt av sínum yndisløgum.
Lena og Niclas spældu eisini sjálv sangin “Seasons Will Change,” Framførslan á Café Hack varð væl fagnað, skrivar Føroya Banki. Lena hevur seinasta hálvt annað árið, síðan fløgan Can’t Erase It kom út í Danmark, spælt nógv kring Danmark. Hon hevur eisii verið rættiliga nógv at hoyrt á útvarpsrásunum P4 og P3.
Tey bæði eru í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á eina spildurnýggja fløgu saman við Óla Poulsen. Fløgan er tikin upp í Útvarpshøllini og í Abbey Road. Hoyr donsku útvarpssendingina á: www.dr.dk/P4/Programmer/CafeHack/Forside.htm