Leygarkvøldið 14. juni hevur Lena Anderssen konsert í Sjónleikarhúsinum. Við sær hevur hon mannin, Niclas Johannesen, á guitara umframt onkran gest Tá Lena gav út fløguna ?Let Your Scars Dance? í fjør, var hetta við fyrstu føroyskum tónunum úr víðagitnu Abbey Road upptøkuhølunum í Onglandi.
Føroyingar hava tikið sera væl ímóti nýggjastu fløguni, sum í fjør varð kosin ársins fløga í bæði Sosialinum og Dimmalætting.
Lítið hevur verið at hoyrt til Lenu á føroyskum palli seinasta árið, men hon var á stórari konsertferð kring alt Evropa í heyst, har hon var serligur gestur hjá avstralska artistinum Xavier Rudd.
Konsertferðin var útseld, og Lena fekk sera góð skoðsmál.
Lena, sum í juni verður við á danska Spot Festivalinum, fer seinni í juni at spæla í Danmark og Írlandi eisini. Men fyrst er konsertin í góða, gamla Sjónleikarhúsinum á skránni.









