Hóast færri fólk eru í Gøtu hetta vikuskifti, enn vanligt er, samlaðust áskoðarar úr øllum ættum, tá Lena Andersen við bólki fór á pall fyri góðum tíma síðani. Høvuðsnavnið fríggjakvøldið á G!MINI, Lena Andersen, hevur júst framført á spæliplássinum í Syðrugøtu. Tað eru væl færri fólk, enn ein er vanur við, og tískil vóru fá fólk, tá Lena Andersen við bólki setti konsertina. Framførslan var tó sera góð, og fólk funnu skjótt leiðina oman á spæliplássið. At enda var spæliplássið fult av lívligum fjepparum.