Lena á Ørg 75 ár

  

Mikudagin 5. mars fylti Lena á Ørg í Sørvági 75 ár. Foreldur Lenu vóru Bina Yviri í Húsi og Jógvan Joensen, róptur Mýru-Jógvan.
Lena var gift Jóhan á Ørg, sum doyði fyri 8 árum síðani, á sjálvum føðingardegnum hjá Lenu.
Lena og Jóhan fingu børnini, Jógvan og Annebeth. Fostursonin, Sonna Jacobsen, sum er bróðursonur Jóhan, tóku tey til sín trý ára gamlan.
Í mong ár høvdu Lena og Jóhan handil í Pollastovu, har tey seldu leikur, bøkur, bløð og pappírsvørur.
Lena er arbeiðssom, bindur og bakar og rokast altíð við okkurt.
Føðingardagurin var hildin heima hjá Lenu mikukvøldið, har fitt av fólki var samankomið at heilsa upp á føðingardagsbarnið.