Lena og Oddvør verða 130 ár

Tann 2. august verða tvíburasystrarnar Lena Rasmussen og Oddvør Dam 65 ár. Báðar búgva tær í Havn, men tær eru ættaðar úr Fuglafirði, og har hava tær sum rímiligt er ein felags forsøgu. Pápin var Jóhannes Jacobsen. Hann var ættaður úr Funnngi, sonur Karolinu og Osvald Jacobsen. Sum ungur fór hann til Havnar at læra til skómakara hjá mammubeiggjanum Gamla Knút Skómakara. Tískil var Johannes systkinabarn Onnu Petersen, sum vit umrøddu í røðini Hendur ið Sleptu í Sosialinum í gjár.

Jóhannes giftist við Elin Sofíu, kallað Ellifía, sum var dóttir Lenu og Óla á Miðgerði, og var hann beiggi gamla Sámal Petur. Teir vóru ættaðir úr Kollafirði men búsettust í Fuglafirði.

Jóhannes búsettist eisini í Fuglafirði, har hann virkaði sum skómakari og eisini sum ortopediskur skómakari til ellisár. Hann doyði fyrr í ár 96 ára gamal.

Johannes og Ellufía fingu børnini, Jóna, Oddvør, Lena, Ninnema, Sigga, Óli og Osvald.

Tað kann sigast um tey hjá skómakaranum, sum vit plaga at kalla tey, at tey eru sera ættarkær. Hetta merkja ikki minst vit, sum eru ættað frá Knúti skómakaranum. Hóast rættiliga langt úti í ætt kennast nógv av okkum sum næstrafólk. Hetta var eisini galdandi fyri systir Jóhannes, Mallu í Funningi, sum var gumma Knút Háberg, abbason gamla Knút skómakaran. Væl eldast tey eisini. Malla fylti 100 ár við fullum skili.

Øll hava ymiskar lívsleiðir, og tað hava Lena og Oddvør eisini havt. Tær eru vist eisini meira ólíkar enn tvíburar annars plaga at vera. Men sigast kann stutt um tær hvør sær:

Lena

Lena fór úr skúlanum at arbeiða í handlinum hjá S.P. Petersen, ella hjá Pidda, sum var systkinabarn mammuna. Í 1963 fóru tær báðar, Lena og Oddvør, niður á húsarhaldsskúla, sum ikki var óvanligt hjá gentum tá. Aftaná arbeiddi Lena eitt skifti á posthúsinum í Fuglafirði.

Eina tíð var hon í húsi hjá Jónu systir síni, og fór aftan á tað at arbeiða í Keypssamtøkuni í Havn. Eina tíð var Lena í gamla bókhandli, og í 1964 giftist hon við Petur Sigurd Rasmussen lærara.

Lena gekk heima nøkur ár, fór síðan at arbeiða á verkstaðnum Vón, og sigast kann at hetta gjørdist hennara lívsstarv, og tað er eisini her, hon heldur føðingardagin ólavsøkuaftan kl. 10-14.

Lena og Petur Sigurd fingu tríggjar døtur Turið, Eyð og Unn og ommubørnini eru 10 í tali.

Oddvør

Oddvør kom eisini at royna eitt sindur av hvørjum, tá ið hon fór úr skúlanum. Eitt tað fyrsta hon royndi var at vera læraravikarur, og ikki valdi hon tey høgligastu plássini. Fyrst var hon eitt ár á Langasandi í 1961 og síðan eitt ár á Slættanesi í 1962. Hetta hevur helst verið seinasta ár skúli var í bygdini, og hetta var beint áðrenn bygdin varð avtoftað.

Síðan fór Oddvør at arbeiða á Skipafelagnum í Fuglafirði og aftan á tað fór hon at arbeiða á sosialu deild hjá Havnar Kommunu. Í Fuglafirði var hon komin at kenna John Dam, sum hevði mist konuna við eini syrgiligari vanlukku. Fyrstu árini arbeiddi hon eisini, men seinni kom hon at vera um John og hansara fulla tíð. Oddvør var uttan iva tann rætta, at koma saman við John, so tolin hon er. Tað kravdist ikki minst av henni seinnu árini, tá John gjørdist meira og meira sjúkur, til hann doyði fyri nøkrum árum síðani.

Oddvør gjørdist sum ein mamma serliga fyri Zakaris hjá John, sum var yngstur av børnunum, og hon hevur verið ein rættilig omma fyri øll abbabørnini hjá John, og hon er eisini uppkallað. Góð er hon eisini við síni ommubørn sum nøkur omma.

Oddvør heldur føðingardagin heima við hús tann 3. august. Tá verður eisini høvi til at síggja kanska tann vakrasra urtagarðin í Havn, sum Oddvør er meistari fyri. Her skal skoytast uppí, at tað sama kann sigast um havan hjá systrini Jónu. Hetta man vera ein førningur, tær hava við sær heimani frá.

Í stuttum kann sigast um føðingardagsbørnini, at tað er hugaligt at kenna tær saman við restina av familjuni.

Ynskt verður tykkum hjartaliga tillukku við tykkara felags førðingardegi. Send verður eisini ein seinkað føðingardagsheilsan til systrina Jónu (Lindenskov), sum fylti 70 ár fyri kortum.

 

ó.