Lena og Niclas spældu og skrivaðu autografarar

Í tveir dagar hava Lena og Niclas vitjað Suðuroynna. Í dag var konsert í Vágs Skúla Konsertin var partur av Listaleypinum, sum øllum skúlum stendur í boði at velja sær mentanartilboð úr. Trongisvágs Skúli og Vágs Skúli fingu vitjan av Lenu og Niclas.

Konsertin í Vágs Skúla fyrrapartin eydnaðist væl og livandi ljós og livandi tónleikur settu dám á skúladagin.

Næmingarnir sluppu at klappa, syngja og leika á slagverk í síðsta lagnum, og sum heild eydnaðist stak væl hjá Lenu at fáa næmingarnar við í framførsluna.

Aftan á framførsluna vísti tað seg eisini, at flestu næmingar vildu hava autograf, og tað var ikki smávegis skriving, ið Lena mátti skriva, tí í Vágs Skúla eru langt omanfyri 200 næmingar, og eisini vóru børn úr skúlum í grannabygdunum á vitjan.