Lena misti røddina

Lena Andersen skuldi eftir æltan framføra í Norðurlandahúsinum í kvøld, men krím gjørdi, at songkvinnan ikki megnaði at verða við í framførsluni. Í hennara stað komu Høgni Reistrup og Finnur Jensen.

Høgni hevur júst útgivið nýggja fløgu, og fer í næstum á konsertferð kring oyggjarnar.

 

Finnur Jensen er mest kendur sum ein av oddamonnunum í Páll Finnur Páll, sum fyri stuttum útgav eina fløguboks.

 

 

Teir báðir framførdu saman við danska sangaranum í bólkinum Hymns from Nineveh í Norðurlandahúsinum í kvøld. Eftir ætlan skuldi Lena Andersen framføra við danska sangaranum, men krím var orsøkin til, at Lena gav avboð stutt undan konsertini.

 

22 ára gamli danski sangarin og sangskrivarin Jonas Petersen, ið framførir sín tónleik undir navninum Hymns from Nineveh, hevur fingið sera góð skoðsmál í Danmark

við sínum tónleiki, og hevur hann framført í Norðurlandahúsinum í kvøld.