Leygarkvøldið skuldi Lena Andersen hava konsert í konsertøðini, tey kalla Tónabrúgv. Konsertrøðin verður hildin í Spaniastovu í Klaksvík.
Men konsertin við Lenu verður av ongum. Orsøkin er, at songkvinnan hevur fingið hálsbruna og fær ikki sungið í annaðkvøld.
Í staðin verður konsertin við Lenu Anderssen hildin í Spaniastovu á Norðoyastevnu, verður sagt.