Leygarkvøldið 4. mai klokkan 20.30 verður aftur konsert í Tøting í Syðrugøtu. Tey, sum tá fara á pall, eru Lena Andersen, Lover Lover og Jógvan Joensen.
Lena Andersen fer at framføra bæði eldri og okkurt heilt nýtt lag. Við sær hevur hon Niclas Johannesen á guitar.
Lover Lover er spildur nýggjur bólkur, mannaður við Peturi Háberg og Filip Mortensen. Teir báðir, ið eru kendir úr mongum ymiskum føroyskum tónleikabólkum, mynda her eina lekkra electropopp-duo, ið kitlar og spælir við hjartastreingir.
Jógvan Joensen er ungur tónasmiður úr Fuglafirði, sum í fleiri ár hevur skrivað løg, og hevur áður verið á palli í Tøting. Síðsta útspæl hjá Jógvani er lagið "Hope and Laughter", sum gongur heitt á YouTube, har tað hevur verið spælt fleiri enn 22.000 ferðir.
Atgongumerki til konsertina í Tøting leygarkvøldið fáast við dyrnar.









