Lena legði Atlantis niður

Við framúr góðum poppsangum spældi Lena Anderssen seg inn í hjørtuni á áhoyrarunum til konsert í Atlantis Fríggjakvøldið varð Atlantis í Klaksvík karmur um fyrstu almennu framførsluna hjá Lenu Anderssen og Niclas Johannesen á føroyskum palli, síðan nýggja fløgan ?Let Your Scars Dance? kom út tíðliga í summar. Hetta varð eisini teirra fyrsta framførsla í Klaksvík nakrantíð.

 

Atlantis varð nærum fullsett, og fólk hugnaðu sær óført við væl skrivaðum og framførdum popp løgum.

 

Lena og Niclas hava megnað at skapt nakað av tí besta innan popp tónleik í Føroyum. Lena er tann føddi sangarin og frontfigurin, og Niclas er tikin úr leikum sum sangskrivari og tónleikari. Tey bæði eru eitt sterkt par, og fríggjakvøldið staðfestu tey enn einaferð, at teirra popptónleikur er á altjóða stigi.