Í døgunum 14. – 19. apríl hevur Lene Kloch framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við glaslist. Á framsýningini eru glasmyndir, glaslist og acrylmálningar.
Lene Kloch arbeiðir serliga við motivum úr Fugloy og Norðoyggjum. Stílurin er ekspressivur og litríkur. Lene hevur búð í Klaksvík og hevur vitjað aftur á hvørjum ári tey síðstu 30 árini. Tað er serliga Fugloy sum hugtekur Lene.
Lene hevur verið á skeiði í glaslist millum annað á Engelsholm Højskole og FN-Art. Harumframt hevur Lene verið á ymiskum skeiðum í málningalist. Lene er limur í Kunstpunkt og Kunstspiralen.
Fernisering verður hósdagin kl. 16.00.











