Lena í Klingruni

Leygarkvøldið 29. oktober hevur LENA akkustiska konsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Serligur gestur er Flóvin Viderø úr bólkinum Dejavu, ið byrjar konsertina

Leygarkvøldið klokkan 20 verður høvið at hoyra Lenu í Klingruni.
Seinast Lena hevði konsert í Norðurlandahúsinum var í sambandi við føroysku útgávuna av Cant Erase It í mars mánað 2004, og tá var stórur bólkur við henni á pallinum.
Hesaferð verður talan eina »un-plugged« konsert, har Lena og Niclas framføra løgini akkustisk, og har tey fáa hjálp á nøkrum løgum frá Jóhannus á Rógvu Joensen á bassi.
Umframt Lenu fer sangarin og sangskrivarin Flóvin Viderø eisini at spæla nakrar sangir. Flóvin er eisini kendur úr rockbólkinum Dejavu, men hetta kvøldið fer hann at framføra nøkur egin løg sjálvur.