Lena hitar upp fyri enskan stjørnubólk

? Tá ið tú hitar upp fyri ein annan bólk, mást tú gera tær greitt, at fólkini eru í grundini ikki komin at lurta eftir tær, sigur Lena Anderssen, sum gleðir seg til framførsluna leygarkvøldið, tá ið hon skal hita upp fyri Roxy Music á konsert í Horsens

Leygardagin skulu Lena Anderssen og Niclas Johannessen royna nakað, sum tit ikki hava roynt áður. Tey skulu nevniliga hita upp fyri kenda enska bólkin Roxy Music, sum hevur konsert í Horsens.
? Tá ið tú hitar upp fyri ein annan bólk, mást tú gera tær greitt, at fólkini eru í grundini ikki komin at lurta eftir tær, men í hesum føri eftir Roxy Music. Tí verður tað ein spennandi avbjóðing hjá okkum at fáa fólkini við, meðan vit spæla, sigur Lena Anderssen.
Tað var út ímóti 8.000 fólk til staðar, tá ið Roxy Music hevur konsert í Lunden í Horsens.

Spæla einsamøll
Lena Anderssen sleppur at spæla í ein góðan hálvan tíma, og hon fer at syngja sangir av seinastu fløguni hjá sær og aðrar sangir, sum hon og Niclas hava skrivað.
Lena og Niclas hava ikki nakran bólk afturat sær til framførsluna leygardagin, og tað vera tí bara tey bæði á pallinum til framførsluna.
? Hetta verður spennandi. Tað er stuttligt, tí at tað verður nógv fólk og lurtað, og eisini tí at vit spæla saman við einum so kendum bólki, sigur Lena Anderssen.
Konsertin verður í Lunden í Horsens leygarkvøldið kl. 20.00