Ætlanin var, at Lena Andersen skuldi spæla á Summar Festivalinum í ár, men hon hevur givið avboð, tí hon hevur fingið møguleikan at spæla á stórum festivali í Póllandi um sama mundið.
- Tí verður Lena ikki við á Summar Festivalinum 2006, men vit vóna, at hon hevur møguleikan at vera við seinni. Lena er ein av føroysku tónleikarunum, sum veruliga satsar í útlandinum, og nú hon fekk ein frálíkan møguleika at spæla á einum stórum festivali uttanlands, var einki at siga til, at hon vildi taka av hesum møguleika. Summar Festivalurin ynskir henni alt tað besta á ferðini til Póllands, skrivar Summar Festivalurin á sínari heimasíðu