Tónleikur
Lena Anderssen og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Niclas Johannesen"$?$end$!$Niclas Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ eru aftur í Danmark, har tey í næstum fara at ljóðblanda komandi fløguna saman við Óla Poulsen. Hóast samstarvið við heimskenda ljóðblandaran Ryan Hewitt gekk væl, so eru Lena og Niclas ikki heilt nøgd við úrslitið og hava tí valt at leita aðrar leiðir.<BR>Ryan Hewitt er ein av heimsins mest eftirspurdu ljóðblandarum, hetta tí hann var ein av monnunum, ið ljóðblandaði Stadium Arcadium hjá Red Hot Chili Peppers. Hetta er ein av best seljandi fløgunum hetta summarið. Hewitt hevur ljóðblandað 15 av teimum 28 løgunum á fløguni, ið er framleidd av einum av heimsins allarbestu framleiðarum Rick Rubin.
Fyrst í september vóru Lena og Niclas í Los Angeles, har kendi amerikanski blandarin ljóðblandaði fløguna í Encore Studios. Hvørki Niclas, Lena ella Ryan vóru ikki heilt nøgd við úrslitið og avgjørdu tí, at tey skuldu fara hvør til sítt nakrar vikur og síðan hittast aftur og ljóðblanda liðugt. Lena og Niclas fóru til Kanada, har tey spældu eina konsert í Media Club í Vancouver, meðan Ryan Hewitt arbeiddi við fløguni hjá Red Hot Chili Peppers gittarleikaranum John Frusciante.
- Eftir at hava lurtað eftir ljóðblandinum í Kanada og ráført okkum fyrst og fremst við okkum sjálvi og eisini fólk kring Lenu, hava vit avgjørt at leita aðrar vegir at gera fløguna lidna. Ongin ivi um, at Ryan er super dugnaligur, hann gav sítt boð. Men vit vóru ikki heilt foreint, sigur Niclas.
- Spurningurin var, um vit skuldu royna at rætta okkum fram til eitt úrslit saman við honum, ella um vit skuldu leita aðrar vegir. Valið fall á tað seinna, serliga tí Óli Poulsen hevur játtað at gera fløguna lidna. Vit føla okkum púrasta í tryggum hondum við Óla, greiðir Niclas frá og heldur fram:
- Á onkran hátt er tað náttúrligt, eftirsum Óli var framleiðslustjóri á Can't Erase It og eisini ljóðblandaði fyrstu fløguna hjá Lenu, Long Distance. Vit eru super glað fyri, at hann vil ljóðblanda og hansara kompetansa er í mínari verð púrasta uttanfyri kategori, sum man sigur á súkklumáli
Men var túrurin í USA so bert ein kostnaðarmikil fadesa?
- Man tekur ikki slíkar avgerðir til stuttleikar! Lena hevur ein sera góðan tónleikaadvokat í Canada, Jonathan Simkin, sum tryggaði eina góða avtalu. So tað svíður meira kensluliga enn fíggjarliga, men beint nú gleða vit okkum at gera fløguna lidna við Óla. So no regrets. Haraftrat var túrurin var eisini ein konsertferð, sum gekk sera væl, sigur Niclas.
Niclas leggur dent á, at nýggja kósin er sett í besta forstáilsi millum øll.
- Ryan er sera dugnaligur og vit eru blivin góðir vinir - eisini aftan á at vit valdu at fara aðrar vegir. Vit vita, hann dugur, tað er bara at lurta eftir Stadium Arcadium. Men onkuntíð so riggar ikki, sum man vil. Tað finnast ótal av dømum um samstørv, sum á pappírinum áttu at havt riggað, men sum í veruleikanum ikki blómaðu, sum man vónaði. Tónleikur er jú púrasta subjektivtur, so øll og ongin hava rætt, sigur Niclas.
Ætlanin var, at fløgan skuldi koma út fyrst í oktober, men nú verður hon eitt sindur seinkað. Niclas sigur, at eingin útgávudagur verður settur, fyrr enn fløgan er liðugt ljóðblanda. Men satsað verður upp á at fáa fløguna út áðrenn jól.