Fløguaktuella Lena Anderssen verður millum nøvnin á ársins G!Festivali, hetta kunnger festivalurin í dag. Hóast Lena seinnu árini hevur verið millum bestu og best umtóktu tónleikanøvnini á føroyska tónleikapallinum, so hevur hon ongantíð spælt á festivalinum á Gøtusandi. Hetta verður tó broytt í ár, tá Lena við bólki kemur á gátt. Lena hevur júst givið fløguna Let Your Scars Dance út. Henda fløga er nógv tann besta útgávan, ið songkvinnan hevur latið úr hondum higartil, og ber boð um eina songkvinnu, ið er vorðin búgvin til altjóða gjøgnumbrot. Seinasta fløgan Can?t Erase It hevur verið nógv spæld í útvarpi uttanlands og hevur sent Lenu á kosertferðir kring heimin. Men nýggja fløgan er somikið nógv betur, at heimurin tykist víðopin fyri Lenu.
Lena spælir á Gøtusandi fríggjakvøldið 20. juli. Hetta verður eisini einasta høvið hjá føroyingu at hoyra Lenu við fullmannaðum bólki í summar.
Framførslan hjá Lenu verður startskotið til stóra konsertferð í Evropa, sum hon fer undir í september.
- Eg gleði meg ótrúliga nógv at spæla á G! Nakrar av mínum bestu upplivingum bæði sum lurtari og performari, hava verið í Gøtu. Eg spældi fleiri ferðir í Losjuni, tá Grót var nýstovnað, og eg minnist aftur á hesi kvøldini sum nakað heilt serligt. Tað er ótrúligt at hugsa sær, at fantastiskir artistar sum Eivør, Clickhaze, Høgni Lisberg, Boys In A Band, Gestir, Knút Eysturstein Háberg og onnur ? øll eru sprottin úr hesum umhvørvinum eftir bert fáum árum. Og G! festivalurin er ?the icing on the cake!?, sigur Lena um tað at skula spæla á G! á fyrsta sinni.