Føroysk-kanadiski songfuglurin Lena Anderssen fór við heiðurinum sum ársins songkvinna á Planet Awards 2011.
Í mong ár hevur Lena Anderssen talst í millum okkara bestu songkvinnur. Hetta hevur hon enn einaferð staðfest við nýggjastu útgávuni »Letters from the Faroes«.
Hetta er Lena, tá hon er best, skrivar Sosialurin fyrr í dag um tilnevningina av Lenu Anderssen til henda heiðurin.
Men nú hava fólkið og dómsnevndin eisini givið teirra meining til kennar um sonkvinnuna og heiðrar henni sum ársins songkvinna á Planet Awards 2011.
Fólkið og dómsnevndin hava valt Lenu Anderssen til ársins songkvinnu, hóast hon ikki hevur spælt í Føroyum hetta seinasta árið eins og aðrir bólkar hava. Sostatt var tilnevningin av Lenu Anderssen ein staðfesting av góðskuni á fløgu hennara.
Lena Anderssen hevur verið virkin í tónleikinum síðan síðst í 90unum, og við nýggjastu fløguni "Letters from the Faroes" hevur hon av álvara bergtikið.