Lena Anderssen á kanadiskum tónleikafestivali

Lena Anderssen hevði í seinastu viku fýra framførslur á Vancouver Folk Music Festival. Lena hevði tvær framførslur saman við øðrum tónleikarum, eina sjálv og so varð hon eisini boðin at framføra tvey løg á høvuðspállinum frammanfyri túsundtals áhoyrarum.

 

-Tað var ein sera góð uppliving fyri meg at framføra í Vancouver og at sleppa at spæla løgini av Letters From The Faroes fyri norðuramerikanarum, sigur Lena Anderssen, sum eisini arbeiðir við nýggjari fløgu, meðan hon er í Norðuramerika.

 

-Komandi vikuna fara vit í studio her í Vancouver og í august gongur leiðin til Los Angeles at innspæla ein part av fløguni har.

 

Millum høvuðsnøvnini á festivalinum vóru Steve Earle og Natalie Maines úr Dixie Chicks. Hetta er 36 árið, at festivalurin verður hildin og umleið 30.000 fólk vitja.