Í dag verður høvi at ogna sær nýggju fløguna Eagle In The Sky, tá Lena Anderssen bjóðar øllum, ið hava hug, at leggja leiðina framvið á Reinsarínum, har hon fer at hava eina móttøku millum klokkan 15-17. Kaffi og annað leskiligt verður bjóðað, samstundis sum møguleiki verður at keypa eintak av Eagle In The Sky. Lena sigur á sínum facebook vanga, at hon og maður hennara Niclas hava staðið og skorið økologiskar gularøtur til høvi. "Hetta er ikki ein konsert men bert ein lítil móttøka, har tit kunnu ogna tykkum eina "Eagle In The Sky" fløgu, práta við fólk og fáa okkurt lekkurt afturvið (ikki bara øko gularøtur)", leggur hon aftrat á facebook vanganum.
Útgávan, sum er tann fimta í røðini hjá Lenu Anderssen, var tøk á talgiltu miðlunum 24. februar, men hevur ikki fingist sum fløga her heima fyrr enn nú.
Heitislagið Eagle In The Sky var fyrst at hoyra í føroyskum útvarpi í fjørheyst og lagið hevur verið nógv spælt síðani. Lagið hevur eisini verið spælt nærum dagliga í Danmark á stóru rásini P4 seinasta mánaðin. Farna fríggjadag var Lena somuleiðis boðin sum gestur á væl dámdu live útvarpssendingini Madsen á P4 hjá Danmarks Radio, sum síðani hevur spælt fleiri løg av nýggju útgávuni.