Skjótt fløguaktuella Lena Anderssen verður millum nøvnini á ársins G!Festivali, hetta kunnger festivalurin í dag. Hon fer á pall á G! við fullmannaðum bólki, og verður hetta einasta høvið at uppliva hana á festivali í summar.
Hóast Lena seinnu árini hevur verið millum bestu og best umtóktu tónleikanøvnini á føroyska tónleikapallinum, so hevur hon bert einaferð áður spælt á festivalinum í Syðrugøtu, tað var í 2009.
Lena leggur í løtuni síðstu hond á komandi fløgu sína, og fyrsta staklagið kemur áðrenn festivalin.
Seinasta útgávan “Letters from the Faroes” var eitt kvæði til Føroyar, men eisini til útlongsulin, ið kemur av at búgva í einum lítlum oyggjalandi. Nú kennir hon, at tíðin er búgvin at viðgera barndómin. Ein barndóm, ið var merktur av órógv og støðugari flyting.
- Tá man verður eldri, lærir man at brúka ring barndómsminnir til okkurt konstruktivt, og nøkur løg á nýggju fløguni fara tann vegin, sigur Lena, ið gleðir seg at framføra nøkur av nýggju løgunum á G!.
Lena og maðurin Niclas Johannesen, flyta nógv runt, og soleiðis er eisini við fløguni, tey hava spælt trummur inn í Los Angeles í kenda tónleika kompleksinum Sound City, og gjørdu nakrar upptøkur í Vancouver, tá tey vóru har í fjør summar, og so hava tey tikið upp í Hoyvík í upptøkuhølunum hjá Kristoffur Mørkøre og Jákupi Zachariassen, í einum húsum á Argjahamri og í Studio Bloch, umframt, at strúkarar eru tiknir upp í Íslandi.