Lena á veg við nýggjari útgávu

Nýggja plátan hjá songkvinnuni kemur út fríggjadagin

Lena Anderssen er til reiðar við nýggjari tónleikaútgávu.

 

"State of the Land" kallast plátan, sum er klár at lata almenninginum.

 

Útgávudagurin er 26. januar.

 

Okkurt staklag frá útgávuni er komið út. Í oktober var sangurin "Home Tonight" sendur út og fekk góða móttøku.

 

Lena Anderssen hevur í nógv ár verið ein tann virknasti føroyski tónleikarin á altjóða pallinum. Maðurin Niclas Johannesen hevur havt lyklaleiklut sum tónleikari, og hann hevur verið við at skriva og framleiða sangir.