Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í kvøld grannauppgerð í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Lemvig-Thyborøn tók á heimavølli móti Mors-Thy.
Mors-Thy vann stórsigur 36-21. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá heimaliðnum. Í steðginum var Mors Thy á odda 20-9. Tað bleiv nakað frægari hjá Lemvig-Thyborøn í seinna hálvleiki.
Vilhelm skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.
Komandi mánakvøld spælir Lemvig-Thyborøn á útivølli móti Ribe-Esbjerg.
Nr | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Aalborg | 7 | 14 |
2 | Mors-Thy | 7 | 10 |
3 | Fredericia | 7 | 9 |
4 | Bjerringbro/Silkeborg | 7 | 9 |
5 | Ribe-Esbjerg | 7 | 8 |
6 | GOG | 7 | 8 |
7 | TTH | 7 | 7 |
8 | Skjern | 7 | 7 |
9 | Skanderborg Aarhus | 7 | 6 |
10 | Lemvig-Thyborøn | 7 | 5 |
11 | Nordsjælland | 7 | 4 |
12 | TMS Ringsted | 7 | 4 |
13 | SønderjyskE | 7 | 4 |
14 | KIF Kolding | 7 | 3 |