Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tóku í dag móti GOG á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
GOG vann dystin 38-34. Í steðginum var GOG á odda 18-15.
Vilhelm og liðfelagarnir hava bert fingið eitt stíg í teimum seks seinastu dystunum.
Lemvig Thyborøn er nú næstaftast í deildini við seks stigum fyri 11 dystir.
Vilhelm skoraði tvey mál.
9. november spælir Lemvig-Thyborøn á útivølli móti Kolding.