Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn leiktu í kvøld móti Skjern á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tá hálvurannar minuttir var eftir av dystinum var Skjern á odda 28-26. Fyrst legði Vilhelm upp til málið, ið Tobias Myssing skoraði til 27-28, og tá 38 sekund vóru eftir javnaði Vilhelm til 28-28. Lemvig-Thyborøn yvirlivdi seinasta álopið hjá Skjern, og so kundu Vilhelm og liðfelagarnir fegnast um eitt kærkomið stig.
Vilhelm skoraði fýra mál og legði upp til fýra mál í kvøld.
Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við 10 stigum. Men teir hava bert eitt stig upp til Kolding á næstaftasta plássinum, og tvey stig upp til Nordsjælland á triðaftasta plássinum.
Týskvøldið spælir Lemvig-Thyborøn dyst á útivølli móti Mors.