Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn høvdu ryggin móti múrinum undan seinasta dystinum í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Teir ferðaðust til Aalborg fyri at spæla móti oddaliðnum, Aalborg, har teir vóru pískaðir at vinna fyri at hava ein møguleika at sleppa av aftasta plássinum í deildini, og harvið beinleiðis niðurflytingini.
Aalborg sum var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum vann ein sannførandi 35-28 sigur á Lemvig-Thyborøn, ið endaði við svartaperi og flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina.
Lemvig-Thyborøn var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Liðini fylgdust til støðuna 18-18, men so dróg Aalborg frá og var á odda bæði 30-21 og 33-23, og so var øll vón úti hjá Vilhelm og liðfeløgunum.
Vilhelm skoraði ikki í dag, men hann var sera sterkur í assist-spælinum og hann legði upp til heili seks mál í dag.
Endaliga støðan í grundspælinum:
| Nummar | Lið: | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | Aalborg | 26 | 46 |
| 2 | Fredericia | 26 | 39 |
| 3 | GOG | 26 | 33 |
| 4 | Bjerringbro/Silkeborg | 26 | 31 |
| 5 | Mors-Thy | 26 | 31 |
| 6 | Skjern | 26 | 26 |
| 7 | TMS Ringsted | 26 | 26 |
| 8 | Ribe-Esbjerg | 26 | 25 |
| 9 | Skanderborg AGF | 26 | 24 |
| 10 | SønderjyskE | 26 | 22 |
| 11 | TTH | 26 | 18 |
| 12 | KIF Kolding | 26 | 16 |
| 13 | Nordsjælland | 26 | 14 |
| 14 | Lemvig-Thyborøn | 26 | 13 |










