Lemmy er deyður

Legendariski rocksangarin í Motörhead doyði mánadagin

Jólaaftan rundaði Lemmy Kilmister tey sjeyti. Sangarin í rockbólkinum Motörhead er víðagitin og virdur sum ein veruligur rock ’n’ roll stjørna. Hann hevur ongantíð spart upp á krútið – hvørki á palli ella uttanfyri – og tað hevur givið honum eitt umdømi sum ein av teimum veruliga orginalu rocksangarum, sum hava gingið upp í tónleikin við lív og sál.

Í kvøld boðar bólkurin Motörhead frá, at Lemmy doyði fyrr í dag. Annan jóladag fekk hann at vita, at hann var sjúkur av sera aggresivum slagi av krabbameini, og longu í dag doyði hann av sjúkuni.

- Vit kunnu ikki við orðum siga, hvussu skelkaðir vit eru av deyðsboðunum. Vit fara helst at siga meira komandi dagarnar, men fyri fyrst skulu vit bara spæla tónleik Motorhead hart, spælið Hawkwind hart, spælið tónleikin hjá Lemmy hart, og fáið tykkum eina øl ella tvær, skriva hinir tónleikararnir í Motörhead í einari fráboðan í nátt.