Lemjandi kritikkur frá løgtingsgrannskoðarum

Hesa ferð finnast tey hvassliga at, at umsitingin ikki tekur til eftirtektar, tað sum grannskoðararnir siga

At umsitingin og landsstýrið ikki fær loyst tey mál, sum løgtingsgrannskoðararnir vísa á, fær grannskoðararnar aftur í ár at koma við einum lemjandi kritikki.

 

Í frágreiðingini siga løgtingsgrannskoðararnir Jónleif Johannesen, formaður, Óluva Klettskarð, Magnus Rasmussen og Jørgen Niclassen, at tað ikki er nóg gott, at landsstýrið og umsitingin annars ikki tekur atfinningarnar frá grannskoðarunum til eftirtektar.

 

Grannskoðararnir hava ferð eftir ferð víst á, at ongin rættvísandi mynd fæst av búskaparligu støðuni, tá ið stovnar undir landinum ikki hava fullfíggjaðan roknskap yivr hvussu nógvar tímar starvsfólk eiga tilgóðar ella skylda stovnum, har tey arbeiða.

 

Tey finnast eisini at, at ognir og útbúnaður hjá tí almenna ikki nágreiniliga eru skrásett og at peningastovnskontur heldur ikki eru skrásettar í landsroknskapinum

 

Eitt álvarsmál siga grannskoðararnir vera, at ávísir stovnar hava fingið átekningar við fyrivarni frá privatum grannskoðarum.

 

Ein bata verður krotini víst á. Munurin millum játtanir og nýtslu er minni enn fyrr, men grannskoðararnir sláa fast, at hetta kortini ikki eigur at koma fyri