Lembdi um hálvan august

Tað hendir av og á, at okkurt lamb, sum var væntandi um várið, ikki kemur fyrr enn um heystið.

Tað hendir av og á, at okkurt lamb, sum var væntandi um várið, ikki kemur fyrr enn um heystið. Soleiðis er við hvíta og svarta lambinum á hesi myndini.

 

Svarta og næsahvíta ærin, sum eigur lambið, lembdi ikki í vár, tá lembingin annars var fyri, men um hálvan august í ár.

 

Í vetur gekk ærin í krubbu saman við brundi, men fekk einki lamb í vár. Tíðliga í summar varð hon slept út í eitt gerði á Sondum á Sandi saman við veðragjólingum.

 

Eingin hevði væntað, at ærin fór at lemba, men um miðjan august, tá flestu vóru liðug við sína summarfrí, lembdi hon gimburlambið á myndini.

 

Ær og lamb ganga framvegis í gerðinum á Sondum, har tey síggja út til at stórtrívast.