Belgisku myndugleikarnir sendu mánakvøldið út eina ávaring um oljudálking, eftir at menn høvdu varnast olju á sjónum.
Hildið verður, at oljan stavar frá norska farmaskipinum "Tricolor", sum sakk eftir ein samanstoyt í Ermasundi í desember í fjør. Vrakið liggur á 20 favna dýpi einar 30 fjórðingar norðan fyri franska havnarbýin Dunquerque. Tað eydnaðist bjargingarmonnum at pumpa umleið 1.400 tons av olju úr skipinum, men 540 tons eru runnin út í havið. Hildið verður, at umleið 50 tons av olju eru framvegis í skipinum.
"Tricolor" hevði 3.000 nýggjar bilar umborð, tá tað sakk. Tað hevur leingi verið ætlanin at taka skipið uppaftur, tí tað liggur í einum øki, har skipaferðslan er sera stór, men enn er ætlanin ikki sett í verk.