Oljulekin í Froðba vísti seg at vera nógv størri enn í fyrstani mett.
Jaspur Vang, sýslumaður, sigur við Miðlahúsið, at endaliga uppgerðin vísir, at tað vóru 1.800 litrar av olju, sum luku út í Froðba síðst í januar mánað.
Froðbingar merktu ein raman oljulukt og varnaðust olju í sjóvarmálanum. Óhappið hendi, tá ein tangabilur hjá Effo skuldi fylla olju í tangan á tyrlupallinum.
- Bunkringin hevur gingið fyri seg í myrkri og ringum veðri, og tí hevði eingin varnast, at olja lak niður í bøin, boðaði Tvøroyrar kommuna frá, sum í fyrstuni helt, at talan var um góðar 600 litrar av olju.
Les eisini Ógvuslig oljudálking á Tvøroyri
Sløkkiliðið har suðuri hevur síðani ruddað upp og eru lidnir við sítt arbeiðið, sigur Oddur Dimon, sløkkiliðsleiðari.
Jaspur Vang sigur, at málið er nú latið løgfrøðingunum hjá Umhvørvisstovuni, sum skulu meta um hvør, um nakar, skal ábyrgdast fyri lekan, og síðani taka støðu til, hvat víðari skal henda í málinum. Kann nakar ábyrgdast er hugsandi, at talan verður um eina bót.