Sean Hoare, sum kom við upplýsingunum, sum elvdu til ta stóru tíðindagøluna í Bretlandi, varð funnin deyður í heimi sínum í Watford norðan fyri London í morgun.
Sean Hoare arbeiddi eitt skifti sum tíðindamaður á News of the World, og í fjør greiddi hann New York Times og BBC frá, hvussu News of the World lurtaði ólógliga eftir telefonum hjá fólki. Hann segði eisini, at Ansy Coulson, fyrrverandi blaðstjóri á News of the World, visti um ta ólógligu framferðina. Coulson bleiv kunningarstjóri hjá David Cameron, forsætisráðharra, men fór frá í januar.
Løgreglan í London váttar, at Sean Hoare er funnin deyður, men løgreglan leggur dent á, at talan er ikki um nakað illgrunasamt.









