Lekin kann standa við alt summarið

Tað er ikki óhugsandi, at olja fer at renna úr BP-brunninum í Meksikoflógvanum heilt út í august mánað. Tað sigur Carol Browner, sum er ein at teimum fremstu ráðgevunum hjá Barack Obama, forseta.

BP hevur kunngjørt, at tann seinasta royndin at tetta lekan miseydnaðist, og ein talsmaður fyri felagið segði í nátt, at tann næsta royndin verður ikki fyrr enn um eina viku ella so.

Amerikonsku myndugleikarnir siga, at minst 75 milliónir litrar av ráolju eru runnir út í havið, síðani boripallurin Deepwater Horizon sprongdist tann 20. apríl. 11 fólk lótu lív av spreingingini. Tveir dagar seinni sakk pallurin.