Lekidómur í Varmakeldu

Fyri 40 árum síðani, fór Hans Jákup Hansen út á Varmakeldu. Hetta var náttina millum 3. og 4. juli. Eitt tømt lummaglas hevði hann við sær

Fyri 40 árum síðani, fór Hans Jákup Hansen út á Varmakeldu. Hetta var náttina millum 3. og 4. juli. Eitt tømt lummaglas hevði hann við sær.

Orsøkin til hesa síðlu vitjan var knapplig sjúka í familjuni. Góða viku hevði dótturin ligið við fepri, og Hans Jacob visti, at teir gomlu søgdu lekidóm vera í varmakelduvatninum.

Hans Jacob Hansen hevði ongantíð verið serliga vísur í, at hetta var rætt. Kortini fylti hann lummaglasið við tí flógva kelduvatninum.

Ongin visti, hvat ið dóttrini bagdi, men heimafturkomin purraði hann ta illa fyrikomnu dóttrina út, og bað hana leska sær á av hesum varmakelduvatni, tí lekidómur var í tí.

Gentan drakk, og um tað var vatnið, ella óspilta barnatrúgv hennara, ið gjørdi munin, stendur enn ósvarað. Men morguni eftir spældi hon úti aftur við hinum børnunum; púra frísk?