Leki umborð á West Freezer

Fríggjamorgunin varnaðust menn umborð á West Freezer, at maskinrúmið stóð nærum hálvt í sjógvi

West Freezer hevur júst verið til klassingar og lá fríggjamorgunin við bryggju í Sørvági.

Knappliga varnast manningin, at maskinrúmið stendur hálvt í sjógvi. Sløkkiliðið í Sørvági varð boðsent og tað eydnaðist at pumpa skipið lens.

Tað vísti seg, at ein slanga var lopin av og sjógvur fossaði inn í maskinrúmið. Av einari ella aðrari orsøk var alarmurin ikki farin í gongd, og tí varnaðist manningin ikki í fyrstu syftu, at nakað var áfatt.

Tað hendir seg viðhvørt, at manningin slær alarmin frá, tí hesin í heilum ílur uttan grund, men hetta var ikki tilfeldið í hesum føri.

Sløkkiliðið pumpaði 10 tons av sjógvi úr skipinum, og síðani eydnaðist tað at umvæla lekan og fáa slanguna á aftur.