Leki umborð á Arctic Voyager

Kavarar hava verið niðri og kannað skaðan, sum Arctic Voyager fekk, tá ið hann rendi á land í Fuglafirði í gjárkvøldið. Leki er umborð á skipinum, men tað klárar sjálvt at halda lens við pumpunum

Arctic Voyager, TG 965, liggur framvegis við kaj í Fuglafirði. Uppisjóvarskipið, ið er tilhoyrandi í Hvalba, hevur fingið nakað av skaða á botnin, og tað lekur eitt sindur, men heldur tó lens við egnum pumpum, upplýsir MRCC.

– Eg kann ikki siga so nógv enn, men vit mugu millum annað kanna, um skipið kann sigla, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Hann vísir á, at um tað er hol á, so sleppur skipið ikki at sigla.

Skiparin skal geva frágreiðing, og kannast skal eisini nærri, hvør orsøkin er til hendingina. Partarnir í málinum, sum til dømis tryggingin og sjóvinnustýrið kunnu eisini biðja um sjófrágreiðing.  

Les meira her:

Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur

Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði