Málið hevur sín uppruna í juli. Tá segði ein fyrrverandi amerikanskur sendiharri, Joseph Wilson, at stjórnin hjá George W. Bush, forseta hevði sagt ósatt við vilja, tá hon legði Irak undir at hava keypt ríkað uran úr afrikanska landinum Niger. Joseph Wilson hevði júst verið í Niger og kannað málið.
Nakrar dagar seinni avdúkaði blaðið Washington Post, at kona Joseph Wilson arbeiðir sum loyniligur agentur hjá fregnartænastuni CIA. Blaðmaðurin, sum skrivaði greinina, greiddi frá, at ta hevði hann fingið at vita frá einum høgum embætismanni í Hvítu Húsunum. Seinni hevur leiðslan í Washington Post greitt frá, at ikki færri enn seks tíðindamenn fingu somu upplýsingina úr Hvítu Húsunum. Blaðið ivast ikki í, at upplýsingin var ætlað sum hevnd aftur fyri tað, sum Joseph Wilson hevði sagt.
Hvítu Húsini hava blankt víst gitingunum aftur, men leiðslan í CIA vil hava eina frágreiðing haðani. Tað hevur stjórin, George Tenet, nú kravt.