Leki ger at nøkur húski hava mist vatnið

- Arbeitt verður við at tetta lekan, soleiðis at húskini, sum eru rakt, kunnu fáa vatnið aftur.

Í Sandavági dragast tey við ein vatnleka í dag. Hetta er í samband við umleggingar av vatnleiðingini í bygdini.

 

Komið er fram á ein vatnleka, sum hevur við sær, at partar av húskjunum í bygdini einki vatn hava í løtuni.

 

Í Vága kommunu siga tey, at arbeitt verður við at tetta lekan, soleiðis at húskini, sum eru rakt, kunnu fáa vatnið aftur.