Lekarnir skulu burtur

Tá ið føroyska fótbóltslandsliðið klokkan 16 fer á vøllin í fínu fótbóltshøllini í Kópavogi, er setningurin í álopsspælinum tann sami, sum hann var í fjør:

- Vit spældu okkum til nógvar málmøguleikar í fjør, og um vit halda fram við sama álopsleisti, so fara vit eisini í dag at spæla okkum til møguleikar. Avbjóðingin er at fáa størri úrtøku burturúr, enn vit fingu í fjør, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, nú síðsta fyrireikingin verður gjørd undan landsdystinum ímóti Íslandi.

Tá ið tað ræður um verjupartin, er alneyðugt at betra um avrikið, um sammett verður við landsliðsárið í fjør.

- Tað fóru alt ov nógv mál ígjøgnum hjá okkum. Persónlig mistøk kostaðu dýrt. Hetta eru vit tilvitaðir um, og setningurin hjá okkum er at syrgja fyri nógv meiri nærløgdum verjuspæli, staðfestir Jógvan Martin Olsen.

Landsliðsvenjarin hevur gjørt av, at hesir ellivu skulu standa rættir inni í Kórinn høllini, tá ið Tú alfagra land mítt og O, Guð vors lands! fara at verða spældir um ein góðan tíma: Jákup Mikkelsen ? Jóhan Troest Davidsen, Óli Hansen, Fróði Benjaminsen, Einar Hansen ? Símun Samuelsen, Atli Danielsen, Ingi Højsted, Christian Høgni Jacobsen ? Rógvi Jacobsen, Arnbjørn Hansen.

Uppstillingin boðar frá, at tað ikki minst verður lagt á verjuspælararnar hjá FM vinnarunum í NSÍ at syrgja fyri, at tað verður tættari í verjuni, enn tað var í fjør.