Hetta gjørdist ikki ein góður dagur hjá føroyingaliðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ mistu á heimavølli tvey týdningarmikil stig í oddastríðnum, tá HØJ tapti 23-26 (10-10) fyri Aarhus HC á heimavølli.
Í HØJ eru tey sera misnøgd við, at eitt mál hjá HØJ til støðuna 24-25 var kolldømt tá 27 sekund vóru eftir av dystinum.
HØJ er næstfremst í deildini við 25 stigum, einum stigi færri enn oddaliðið, Skive sum hevur spælt ein dyst færri.
Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í FIF taptu greitt 27-34 (13-16) fyri júst Skive á útivølli.
Leivur gjørdist toppskjútti hjá FIF við sjey málum. Jónas skoraði trý mál fyri FIF í dag.
FIF er nummar níggju í deildini við 14 stigum.