Framman fyri stórari mannfjøld tendraði býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, ljósini á jólatrænum á Tinghúsvøllinum leygardagin seinnapartin. Onkur helt, at tað var nakað tíðliga, men sum vit vita, eru jól líkaso nógv handilsjól sum nakað annað, og tað er eftir áheitan frá handilslívinum, at ljósini á trænum verða tendrað síðsta leygardagin í november, tá ið handlarnir samstundis hava leingi opið.
Í røðu segði býráðsformaðurin, at siðurin við almennum jólatræi á Vaglinum er 64 ára gamal. Fyrsta jólatræið varð tendrað 16. des. 1934, tá sum nú setti Havnar Hornorkestur sín serliga dám á.
- Tá ið jólatræið á Vaglinum verður tendrað byrja jólahandilin og jólasølan. Tað snýr seg um ikki minni enn einar 100 milliónir krónur tilsamans, ella triðingin av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar býráð næsta ár. Ella tað sum barnaansingin í kommununi kostar um árið, segði Leivur Hansen.
- Men jólini eru tíbetur annað enn søla og handil. Hjá børnunum er hetta hátíðin mikla, og tey eiga sjálvandi ikki at verða gloymd í øllum meldrinum. Hugaligt er í hesum sambandi at kunna staðfesta, at tiltøk eisini eru á skránni fyri tey. Her hugsi eg um forkunnuga tiltakið hjá verkstaðnum Vón í Smiðjuni í Lítluvík, har jolabúðin í næstu viku verður umskapað til eina jólastovu fyri børn úr allari kommununi.
- Kunningarstovan eigur eina tøkk uppiborna fyri hetta tiltakið á Vaglinum. Tað eru 15 ár liðin síðani Kunningarstovan varð sett á stovn, og hetta er 15. ferðin, at hon skipar fyri hesari hugnaløtuni.
Nýggja tinghúsið
Í røðuni kom Leivur Hansen eisini inn á ætlanina at byggja nýtt tinghús. Sjálvur sat hann í nevndini, sum valdi millum verkætlanirnar, ið tóku lut í arkitektakappingini.
- Onkur hevur spurt, hvussu verður við jólatrænum á Tinghúsvøllinum um nýtt tinghús verður bygt. Men tað hvørvur ikki, um undirtøka verður í tinginum fyri at byggja nýtt tinghús sambært vinnarauppskotinum. Sambært tí verður Tinghúsvøllurin varðveittur í sama líki sum nú.
- Tey bæði sum vunnu kappingina hava gjørt eitt modell av tinghúsinum, sum tey hava teknað, og tað verður væntandi at síggja í glugganum hjá Kunningarstovuni undan jólum. Tá fáa vit so eisini eina greiðari mynd av, hvussu tað fer at taka seg út - og ikki minst økið uttanum.
- Persónliga kundi eg hugsað mær, at løgtingið - ístaðin fyri at verða verandi á staðnum - flutti inn í gamla landsbókasavnið á Debesartrøð. Tað hevði eftir mínari meting verið ein sera tignarligur og virðiligur løgtingsbygningur. Er hann ov lítil ber til at byggja uppí hann og er framvegis brúk fyri fleiri fermetrum, so eru onnur vælegnað høli í grannalagnum. Her hugsi eg um hølini hjá Fróðskaparsetrinum, sum ístaðin kundu verið flutt í Marknagil, har setrið eigur eitt stórt øki. Hetta húsið kundi so kanska ístaðin verið nýtt sum býráðsalur í framtíðini og harvið vórðu bæði hús og umhvørvi varðveitt, sum tað sær út í dag um tað er tað vit ynskja.
- Um løgtingslimir, prestar og embætismenn ikki halda seg til at ganga henda teinin í sambandi við ólavsøkugudstænastuna kundu teir fingið hetta húsið til láns til endamálið, segði Leivur Hansen, sum hevur nevnt hugskotið fyri løgtingsformanninum.
Hugni um allan býin
Fyrstu jólatrøini komu til Føroya fyri um 100 árum síðani. Jólatræið í ár er eins og undanfarin ár keypt úr Danmark. Ikki er greitt, hvaðani tey fyrstu trøini komu, men fyrstu árini eftir kríggið fingu vit tey úr Halstad í Norðurnoregi sum tøkk fyri hjálpina, sum flóttafólk haðani fingu í Føroyum undir krígnum.
- Einaferð í áttatiárunum, tá tvey jólatrø vóru í Miðbýnum, og annað hevði verið fyri herverki, eydnaðist at finna eitt træ at seta upp ístaðin úr okkara egnu kæru viðalund. Men eftir jólaódnina fyri tíggju árum síðani, ið beindi fyri stórum parti av viðalundini noyðast vit at bíða nøkur ár aftrat ,áðrenn vit kunnu nýta trø haðandi aftur. Hetta kenst av váta og lýggja veðurlagnum hjá okkum, sum ger at trøini vaksa spakuligari enn aðrastaðni.
- Í 1986 vóru ljósketur við granni og jólastjørnum á fyrsta sinni hongdar upp í Miðbýnum, og í fjør varð hesin hugnin øktur við teimum mongu lítlu ljósperunum í trøunum framman fyri Gamla Bókhandil, sum verða tendraðar saman við jólatrænum. Ikki færri enn 3000 perur tilsamans. Ætlanin var at breiða henda hugnan til eisini at fevna um trøini í Sparikassagarðinum, men av ymsum orsøkum eydnaðist hetta tíverri ikki hesa ferð, men vónandi næsta ár. Í SMS hava tey í ár skrýtt húsini uttan við túsundtals jólaperum og tað er eisini við til at seta hugnalig dám á Havnina í hesum døgum, segði Leivur Hansen at enda.